Flogbóltslandsliðini á heimavølli í Silver League

Leygardagin 27. mai setur A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti sjøtul á Silver League-kappingina, tá Montenegro kemur á vitjan í høllini á Hálsi.

“Silvurligan” er ein liga-kapping fyri tey næstbestu landsliðini í Evropa, sum endar við einum finaluumfari við fýra teimum bestu. Vinnarin flytur upp í “Gull-liguna”, sum er evropeisk liga-kapping fyri tey betru liðini.  

Fýra lond eru við í bólkinum hjá Føroyum, sum umframt Føroyar er mannaður við Portugal, Georgia og Montenegro. Spælt verður heima og úti. Montenegro er styrkismett nr. 27 í Evropa, Portugal nr. 27 og Georgia nr. 34, beint undan Føroyum, sum eru styrkismettar sum nr. 35 í Evropa.

 

Føroyar leggja fyri við trimum heimadystum, sum allir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn:

27. mai kl. 18:00: Føroyar – Montenegro

31. mai: kl. 19:00: Føroyar – Georgia

4. juni: kl. 16:00: Føroyar – Portugal

Og síðani verða teir tríggir útidystirnir leiktir soleiðis:

11. juni: Portugal – Føroyar

14. juni: Georgia – Føroyar

16. juni: Montenegro – Føroyar

 

##med2##

Føroyska kvinnulandsliðið:

Jóhanna Christiansdóttir, TB

Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur

Annika Niclassen, Dráttur

Tórfríð Tavsen, Dráttur

Sofía Purkhús Splidt, Ternan

Birgit Guttesen, Ternan

Amanda Niclassen, Mjølnir

Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir

Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir

Tóta Búadóttir, Fleyr

Óluva Mohr, Fleyr

Guðrun L. Joensen, KÍF

Jakobina Joensen, KÍF

Sofía Weihe Simonsen, SÍ


Venjari: Cristian Imhoff

Hjálparvenjari: Annika á Stongum




Manslandsliðið: 

Menninir spæla sín fyrsta dyst í Silvurliguni mánadagin 29. mai kl. 18:00 í høllini á Hálsi, tá Kýpros vitjar. Kýpros spælir eisini sín “heimadyst” í Føroyum, so tí verður aftur dystur á Hálsi longu dagin eftir millum somu lið. Hitt liðið í bólkinum er Lettland.

Lettland er hægst styrkismetta liðið í bólkinum sum nr. 27 í Evropa. Kýpros liggur á 35. plássi, beint frammanfyri Føroyar á 37. plássi.

 

Dystarskráin hjá monnum:

 

29. mai kl. 18:00: Føroyar – Kýpros

30. mai kl. 19:00: Kýpros - Føroyar (spældur í Føroyum)

4. juni kl. 19:00: Føroyar – Lettland

10. juni kl. 19:00: Lettland - Føroyar

 

Føroyska manslandsliðið:

 

Bjarni Joensen

Mattias Nolsøe Isaksen

Filip Ilic

Ólavur Johannesen

Hjørtur Joensen

Hákun Heinason

Jóhan Arni Elisson Wang

Teitur Eliasen

Vuc Ilic

Tóki í Haraldstovu

Thorvald Danielsen

Niels Niclasen

Silas Poulsen

Símun H. Poulsen

 

Venjari: Boban Ilic

Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev >

 

Flogbóltssamband Føroya