Í 1. deild hevur kappingin leingi staðið millum liðið hjá Boga Simonsen og Allan Dal- Christiansen, hesi lið hava at kallað skift um at vinna síðstu árini. Tað mundi eisini vera tey flestu, ið væntaðu, at tað sama fór at vera galdandi hetta kapppingarárið.
Liðið hjá Boga hevur eisini lagt seg á odda við 59 stigum men tað er liðið hjá Høgna Jacobsen, ið er á øðrum plássinum við 55 stigum. Hetta má sigast at vera flott. Liðið hjá Allan er tó ikki langt frá. Teir liggja nr. trý við 49 stigum, men teir hava givið sær sjálvum verri kort á hondina, enn væntað varð eftir tey fyrstu umførini.
Á liðinum hjá Boga eru umframt Boga sjálvan eisini, Hallberg Arnfríðsson, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen og Rói á Rógvu Joensen..
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$2.Deild
Liðið hjá Óla Holm var eitt flutti í fjørð niður úr 1.deild til 2. deild. Hetta sær tó ikki út til at gerast ein langur steðgur úr 1. deild. Teir hava eftir trý umfør lagt seg á odda í 2. deild við 62 stigum, sjey stig framman fyri liðið hjá Jórun Johannesen, ið saman við liðinum hjá Heðin Mortensen nokk eru at meta sum nærmasti kappingar neytar hjá Óla.
Spennandi verður at fylgja við í 2.deild tí tað verður væntandi hart stríð um at vinna sær pláss í bestu deildini.
Á liðinum hjá Óla Holm eru umframt Óla sjálvan eisini, Dia Petersen, Páll Augustinusen og Hans J. Joensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$