Næstíðsta umfar í Vodafonedeildini er á skránni seinnapartin. Oddaliðið B36 hevur møguleika at tryggja sær meistaraskapin við Løkin í Runavík. Høvuðsstaðarfelagið verður meistari fyri 9. ferð, um tað eydnast at vinna í dag. B36 hevur 61 stig, og talan verður um nýtt met í stigum, um tað eydnast at fara úr Runavík við úrtøku.
NSÍ er á fjórða plássi, og sambært liðformanninum, Christian Høgna Jacobsen, í útvarpinum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, so fara teir í Runavík at gera alt, sum teir eru mentir fyri at forða fyri, at B36 verður meistari í dag. Um tað ikki eydnast í dag, so eigur B36 nýggjan møguleika leygardagin, tá ið tað verður lokaluppgerð í Gundadali.
EB/Streymur er einasta liðið, sum framvegis hevur møguleika at taka B36. Í dag eru teir í Sundalagnum stórfavorittar, tá ið B71 kemur at vitja í Streymnesi.
Víkingur hevur framvegis møguleika at røkka silvurplássinum. Í dag verður Víkingur partur av grannauppgerð, tá ið ÍF kemur at vitja. Við sigri á Toftum fyri viku síðani tryggjaði ÍF sær plássið í bestu deildini.
B68 er framvegis í niðurflytingarvanda. Toftamenn skulu í dag spæla í Sørvági. Um tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku, so verður greitt, at vágaliðið næsta ár skal spæla í næstbestu deildini. Um 07 Vestur vinnur, so verður svarið upp á spurningin um niðurflyting ikki greitt fyrr enn leygardagin.
Umframt 07 Vestur og B68 er HB framvegis í vanda fyri at flyta niður. Meistararnir tvey tey seinastu árini eiga í dag heimavøll í klassikaranum ímóti klaksvíkingum. Um tað eydnast HB at vinna í hvussu so er eitt stig í dag, so verður atgongumerkið til bestu deildina tryggjað. KÍ spælir fyri at varðveita 5. plássið og harvið rættin til ein eyka heimadyst næsta ár.
Fyrrapartin hevur verið rættuliga skiftandi veður: eitt frískt lot og sól og frekir ælingar. Sagt verður frá sama veðri seinnapartin. Hitin verður millum 7 og 10 stig.
Klokkan 15 í dag
Víkingur-ÍF: Georg N. Rasmussen
EB/Streymur-B71: Rói Jacobsen
HB-KÍ: Lars Múller
07 Vestur-B68: Eiler Rasmussen
NSÍ-B36: Petur Reinert
B36 61
EB/Streymur 57
Víkingur 53
NSÍ 38
KÍ 31
ÍF 28
B68 26
HB 26
07 Vestur 21
B71 11