FM stríðið er púra opið

8-mannafør: At Ørvur sigraði í dag ber við sær, at talan er um sera spennandi SK kapping millum Gullbrand og Ørv

Á norðoyastevnu var tað Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fremstur. Á eystanstevnu á Skálafjørðinum var Ørvur nummar trý, og á jóansøku í Vági endaði Ørvur næstfremst.

 

Báðar hesar ferðirnar – á eystanstevnu og jóansøku – var tað Gullbrandur úr Fuglafirði, sum vann.

 

Í dag vóru tað aftur Ørvur og Gullbrandur, sum kappaðust. Starturin hjá Gullbrandi var ikki so góður, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Bæði Heiðabáturin og Ørvur vóru betri, og hóast tað eydnaðist  fuglfirðingum at taka Heiðabátin væl og virðiliga, so megnaði hann ikki at hótta Ørv, ið var eina bátslongd undan Gulllbrandi, tá ið hann fór um málið.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at tað er sera spennandi í FM kappingini, har Gullbrandur er fremstur við 26 stigum, og Ørvur er næstfremstur við 25 stigum.

 

1 Ørvur (HR)04:25.16+00.007 
2 Gullbrandur (ÍF)04:27.24+02.166 
3 Heiðabáturin (NSÍ)04:31.14+05.965 
4 Kvívíkingur (KSR)04:35.05+09.784 
5 Gøtu Tróndur (TIND)04:40.07+14.823 
6 Sørvingur (SR)04:40.27+15.222 
7 Argjabáturin (AR)04:41.18+16.041
1 Gullbrandur (ÍF)426 
2 Ørvur (HR)425 
3 Heiðabáturin (NSÍ)420 
4 Kvívíkingur (KSR)417 
5 Argjabáturin (AR)410 
6 Gøtu Tróndur (TIND)49 
7 Sørvingur (SR)45 
8 Tórsbáturin (HR)20

 

 

 

rsf.fo