FM1: Er stoltur av avrikinum men skuffaður av úrslitinum

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B68 eitt samdøgur aftaná seta orð á 3-4 tapi fyri NSÍ við Løkin í Runavík ígjár

B68 skoraði tríggjar við Løkin ígjár, men tað rakk ikki til stig

B68 skoraði tríggjar við Løkin ígjár, men tað rakk ikki til stig

##med2##

 

NSÍ vann fríggjakvøldið slagið um Toftavatn aftaná ein minniligan 4-3 sigur í grannauppgerðini móti B68, ið var leikt við Løkin í Runavík í kvøld. Mórits Heini Mortensen skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Fyri høvuðsvenjaran hjá B68 er tað framvegis sárt at skula taka samanum tapið tá FM1 eitt samdøgur aftaná ringir til hann fyri at fáa hann at taka stutt samanum dystin. Øssur Hansen staðfestir, at hann er stoltur av avrikinum, men sera vónbrotin av úrslitinum. Hann heldur avgjørt, at B68 átti at fingið minst eitt stig, og teir kundu við hepni vunnið sær øll trý stigini. Arbeiðssetningurin framyvir er, at B68 dugir betri at verja. Á jaligu síðuni fegnast Øssur um, at hansara menn megnaðu at spæla seg burturúr nógvum støðum, og megnaðu eisini at skapa nógvar málmøguleikar. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Øssur Hansen eitt samdøgur aftaná dystin. 

 

NSÍ – B68 4-3  (3-2)

 

1-0: Klæmint A. Olsen (7.)

 

1-1: Lukasz Cieslewixz br. (25.)

 

1-2: Andri Benjaminsen (28.)

 

2-2: Petur Knudsen (38.)

 

3-2: Petur Knudsen (42.)

 

3-3: Aleksandur Ó. Jensen (

 

4-3: Mórits Heini Mortensen (90. +)

 

 

 

 

 

B68 skoraði tríggjar við Løkin ígjár, men tað rakk ikki til stig

B68 skoraði tríggjar við Løkin ígjár, men tað rakk ikki til stig

(Samrøða: Øssur Hansen)

(Samrøða: Øssur Hansen)