##med2##
Royndir á málið 11-1 til KÍ, Royndir framvið málinum 10-1 til KÍ. Stórur møguleikar 7-1 til KÍ, og á máltalvuni 4-1 til KÍ móti ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
FM-kandidatarnir, KÍ vunnu ein greiðan 4-1 sigur á ÍF har lítil slingur var í valsinum.
ÍF – KÍ 1-4 (1-3)
0-1: Páll A. Klettskarð (9.)
1-1: Jan Ó. Ellingsgaard (25.)
1-2: sjálvmál (31.)
1-3: Jesper Van Der Heyden (39.)
1-4: Jonn Johannesen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Ólav Larsen, høvuðsvenjara hjá ÍF sum má ásanna, at talan var um eitt slakt avrik í fyrsta tapinum hjá ÍF á heimavølli í dag. Men teir í Fuglafirði eru longu farnir at fokusera uppá dystin móti B68 á Svangaskarði komandi mikukvøld klokkan 19.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum heldur, at talan var um eitt framúr sterkt og gott avrik hjá KÍ. Teir í KÍ gleða seg nú til oddadystin móti HB á heimavølli komandi mikukvøld klokkan 19.