##med2##
Í dag vitjaði høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl aftur leikvøllin við Stórá í Trongisvági, har hann var higartil seinasti høvuðsvenjarin hjá felagsliðnum TB/FCS/Royn, kappingarárið 2018.
Einsamalla málið Oddur Højgaard skoraði fyri NSÍ tíðliga í fyrra hálvleiki gjørdist munurin millum liðini í dag.
Glenn Ståhl sigur í samrøðu við FM1, at teir í NSÍ vóru greiðir yvir, at tað fór at krevja hart arbeiði at knógva TB á útivølli, og hann er sera væl nøgdur við tað sum hansara menn avrikaðu í dag.
Í heila tikið er Glenn Ståhl nøgdur við avrikið hjá NSÍ tey fyrstu 12 umførini undan summarsteðginum, ið hava givið 29 stig. Glenn sigur, at hann er stoltur av liðnum.
NSÍ-arnir fáa summarferiu í fimm dagar áðrenn teir skulu tørna til aftur við venjingum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Glenn Ståhl.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther.