FM1: Mikkjal tók ímóti Fair Play steypinum

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá KÍ viðurkendi, at HB var tað betra liðið tá hann tók móti Fair Play steypinum

(Samrøða við Mikkjal Thomassen)

KÍ fekk bert ein heiður á manssíðuni í ár til tiltakið "ársins spælarar" hjá FM1, Miðlahúsinum og FSF.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ møtti sjálvur at taka ímóti Fair Play steypinum, ið merkir, at KÍ hevur fingið fægst kort í farna kappingarárið.

- Vit taka ímóti tí heiðrinum vit kunnu fáa, staðfesti Mikkjal Thomassen við einum smíli.

Mikkjal Thomassen viðurkennir, at HB var betri enn KÍ farna kappingarár, og nú ætlar hann avgjørt, at KÍ skal verða ført fyri at taka kappingina upp við HB komandi kappingarár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen á "ársins spælara" tiltakinum á Hotel Brandan. 

(Samrøða við Mikkjal Thomassen)