##med2##
NSÍ vann slagið um Toftavatn aftaná ein minniligan 4-3 sigur í grannauppgerðini móti B68, ið var leikt við Løkin í Runavík í kvøld. Mórits Heini Mortensen skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Talan gjørdist um seinasta dystin hjá Peturi Knudsen á heimavølli fyri NSÍ á hesum sinni. Petur Knudsen fer nú at gera klárt til eina fótbóltstilveru uttanlands sum yrkisspælari. NSÍ fer at kunngera fyrsta dagin hvar fótbóltsleiðin hjá Petur gongur. Staðfestast má, at dysturin í kvøld gjørdist ein minniligur farvælsaluttur hjá Petur, ið skoraði tvey mál fyri barndómsfelagið í kvøld.
NSÍ – B68 4-3 (3-2)
1-0: Klæmint A. Olsen (7.)
1-1: Lukasz Cieslewixz br. (25.)
1-2: Andri Benjaminsen (28.)
2-2: Petur Knudsen (38.)
3-2: Petur Knudsen (42.)
3-3: Aleksandur Ó. Jensen (
4-3: Mórits Heini Mortensen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum sjey málunum sum komu í dystinum í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Petur Knudsen aftaná dystin
Petur Knudsen kundi ikki avdúka hvar leiðin hjá honum gongur nú. Hann vónar at kunna spæla útidystin móti 07 Vestur í komandi umfari áðrenn hann fer at gera klárt til komandi uttanlandsævintýrið. Petur viðgongur, at tað var talan um eina rørandi løtu, og fyri hann hevði tað stóran týdning at kunna rigga av á heimavølli við einum sigri og tveimum málum. Petur byrjaði í NSÍ longu tá hann var fýra ára gamal, so tað eru nógv spor hann eigur á vøllinum við Løkin.