FM1: Samrøður við ársins toppskjútta og áleypara: Heidi Sevdal

(FM1) Hoyr løturnar tá Heidi Sevdal var heiðrað fyri at vera ársins toppskjútti og ársins áleypari 2022

##med2##

 

FM1, Miðlahúsið og FSF skipaðu í kvøld fyri tiltakinum "Ársins spælarar 2022" í Panorama á Hotel Hafnia. 

 

Ársins toppskjútti og ársins áleypari hjá kvinnum gjørdist Heidi Sevdal hjá NSÍ, ið eigur eitt stórt savn av heiðursgripum nú.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 heiðursløturnar tá Heidi var heiðrað sum ársins toppskjútti og ársins áleypari. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Heidi í samband við báðar heiðrarnar. 

 

Øll sendingin "Ársins Spælarar 2022" kann hoyrast á www.fm1.fo 

 

Heiðursløtur, handanir og samrøður við ársins toppskjútta og ársins áleypara: Heidi Sevdal

Heiðursløtur, handanir og samrøður við ársins toppskjútta og ársins áleypara: Heidi Sevdal