FM1: Soleiðis tryggjaði Klæmint okkum góðan sigur á Andorra

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá báðum frálíku málunum hjá Klæminti A. Olsen, og hoyr sigursmálskjúttan seta orð á dystin og málini

##med2##

Føroyar hava á fyrsta sinni eitt tveysiffrað stigatal í einari UEFA ella FIFA-kapping. Tað er veruleiki aftaná góða 2-0 sigurin á Tórsvølli á einum ógvuliga hart spælandi og lítið satsandi andorianskum liði, ið hevur ein "spælistíl", ið neyvan hevur sín fulla líka í altjóða fótbólti.

Klæmint A. Olsen gjørdist avgerandi við tveimum málum aftaná góð forarbeiði, fyrst av Jóannesi Bjartalíð og Meinhardi E. Olsen, og síðani av Halli Hansson. 

Føroyar – Andorra 2-0 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen (19.)

2-0: Klæmint A. Olsen (33.)

Sigurin merkir, at Føroyar eru á odda í bólki 1 í Nations League D við 10 stigum. Malta hevur fimm stig, Lettland hevur trý stig og Andorra hevur tvey stig.

##med3##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá og greina bæði málini Klæmint A. Olsen skoraði móti Andorra. 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin. Klæmint minnist sum altíð at nevna og rósa teir sum leggja upp til málini, og so slær hann fast, at hann legði ikki bilett inn til at skjóta brotssparkið sum Hallur Hansson tíverri misnýtti við støðuna 2-0.

##med4##

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson. 

HER  ber til at hoyra viðmerkjararnar, Teitur Joensen og Jens Martin Knudsen taka samanum føroyska avrikið.

 

(Føroyar-Andorra 2-0. Hoyr málini og samrøðu við tvímálsskjúttan, Klæmint A. Olsen)