(Samanumtøka: Føroyar-Lettland 1-1: Teitur Joensen, Jens Martin Knudsen og Rógvi Jacobsen)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hesar tríggjar taka samanum dystin Føroyar-Lettland 1-1 (1-1) :
1) Teitur Joensen, viðmerkjari hjá FM1
2) Jens Martin Knudsen, málverjulegenda og venjari hjá NSÍ.
3) Rógvi Jacobsen, søguligur toppskjútti hjá føroyska landsliðnum.
Breið semja er millum fótbóltskønu mennirnar, at føroyska fótbóltslandsliðið fekk í mun til stigatalvuna í bólki 1 í Nations League D eitt gott úrslit móti Lettlandi.
Føroyska liðið stríddist væl, men leikliga haltaði tað í stórum pørtum av dystinum.