FMT reinsar oljudálkað vatn

Faroe Maritime Technic, FMT í Vági, hevur fingið stuðul úr Horizon 2020 til víðari menning av reinsiskipanini Sludge Dewatering Evaporator, SDE, sum loysir avbjóðingar við oljudálkaðum vatni, skrivar Suðurrás.

 

FMT hevur fingið stuðul úr fasu 1 í SME Instrument, sum er vælumtókta stuðulsskipanin fyri smáar og miðalstórar fyritøkur í Horizon 2020. SME Instrument er stuðulskipan, sum er ætlað til einstaka fyritøku til menning av ávísari framleiðslu, loysn ella tænastu.

 

Málið við menningini av SDE er at menna eina Oily Water Separator skipan, ið kann avloysa verandi OWS-skipanir umborð á skipum.

 

FMT hevur eisini ment eina aðra loysn til reinsing av oljudálkaðum vatni – Oil Conveyor, OC, sum er at finna umborð á fleiri føroyskum og útlendskum skipum. OC kann virka saman við SDE (seinni OWS), og ger samlaðu loysnina enn meiri fullfíggjaða.

 

Stuðulin í Horizon 2020 verður latin í kapping við nógvar fyritøkur úr øllum londunum, sum luttaka í Horizon 2020 og vil sannlíkt styrkja kappingarførið hjá FMT og økja um møguleikarnar hjá fyritøkuni á evropeiska marknaðinum.

 

FMT var ein av 114 evropeiskum fyritøkum, sum fingu játtað stuðul í hesum umfarinum.