Føroya fyrsti yrkissjónleikari fyllir 85 ár

Eyðun Johannessen - mynd eftir Torbjørn Olsen

Í Havn skínur sólin á henda fríggjadagin, 28.apríl nú leiklistamaðurin Eyðun Johannessen fyllir 85. At lýsa hansara týdning fyri føroyskan sjónleik er ikki lætt -so nógv sum hann fyllir í leiklistasøguni; navnið Eyðun Johannessen er fyri langari tíð síðani vorðið samheiti við føroyskan sjónleik. Hann er Føroya fyrsti yrkissjónleikari.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sína heilsan til leikstjóran á síni netsíðu, www.listaportal.com.

 

Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg. Hann hevur somuleiðis leikstjórnað fleiri nýggjar føroyskar leikir og givið okkum áhugaverdar og viðkomandi tulkingar av samtíðardrama. Í 2014 var tað Tóm Rúm eftir Marjuna Kjelnæs og í 2016 var tað Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen. Í 2018 gav Sprotin út bókina Míni Leikapetti við endurminningum frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Sum kunnugt eru menniskju okkara týdningarmesta tilfeingi - eisini á hesum øki hevur Eyðun Johannesen fingið væl burturúr - saman við Tove Jakobsen, sjónleikara fekk hann trý børn, Anniku Johannessen, Olaf Johannessen og Nicolinu Ambrose - har tey bæði fyrstnevndu sum kunnugt gjørdust framúr sjónleikarar, ið eisini hugtaka áskoðarar í Føroyum, tá tey spæla á føroyskum pallum, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

 

Øll heilsanin kann lesast á www.listaportal.com 

 

Eyðun Johannessen - mynd eftir Torbjørn Olsen