Føroyingar kunnu nú seta pengar í sítt egna oljufelag

Hetta er eitt væl gjøgnumhugsað tiltak, sum skal víðka um samfelagsbúskaparliga støðið, við at vit sjálvir vera við í tí partinum av oljuvinnuni, sum gevur flest pengar sigur Kjartan Hoydal, nevndarform. í Atlantic Petroleum

Jan Müller


Í hesum døgum fáa øll húski í Føroyum høvi til at tekna partapening í nýggja føroyska oljufelagnum, ?Atlantic Petroleum?. Í einum sera snotuligum og litføgrum faldara verða allir føroyingar bodnir at gera íløgu í Føroya møguligu framtíð í kolvetnisvinnu við at tekna partapening í føroyska felagið ?P/f Atlantic Petroleum?. Ein møgulig føroysk oljuvinna er eitt føroyskt tjóðarmál verður sagt.

Um týdningin, sum felagið hevur fyri føroyskt vinnulív siga stigtakararnir, at teir leggja dent á, at føroyskt vinnulív eigur at fara upp í møguliga kolvetnisvinnu undir Føroyum, undir vanligum handilsligum treytum, fyri á tann hátt: ?at víðka støðið undir føroyskum vinnulívi og tryggja, at føroyingar koma at ávirka, mennast og virka í eini kolvetnisvinnu undir Føroyum - og í altjóða høpi.

Víðari sigur felagið, at tað við støði í leiðunum undir Føroyum skal menna seg til eitt fíggjarliga sterkt og í altjóða høpi kappingarført felag innan kolvetnisleiting og útvinning.


Bara føroysk áhugamál

Atlantic Petroleum bjóðar øllum føroyingum at tekna upp til 10 mió. kr. í partapeningi. Eingin kann fara upp um 20%, og tað er neyðugt at vera búsitandi í Føroyum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tað eru føroysk áhugamál, sum eru við í felagnum. Partabrøvini kunnu vera niður í 500 kr. ella multipla. Tekning fer fram til kurs pari.

Tilboð um at tekna partapening skulu setast fram á serstakum tekningarlistum, sum liggja alment frammi í størru deildunum hjá peningastovununum kring landið. Tekningarfreistin er 4 vikur at rokna frá 18. mars til 16. apríl í ár og er freistin fyri inngjalding av teknaðum partapeningi 24. apríl.

Felagið vísir annars á, at kapitalur felagsins verður í fyrstu atløgu, meðan møguleikarnir fyri bestu sømdum verða kannaðir, settur trygt við so høgum avkasti sum møguligt. Í leitingartíðini átekur felagið sær bert avmarkaðan váða. Tá útbygging og útvinning kemur fyri, luttekur felagið á jøvnum føti við hinar samstarvsfelagarnar og fær harvið møguleika fyri einum munadyggum vinningi av íløgunum.

Atlantic Petroleum varð stovnað 11. februar av 18 føroyskum virkjum og einstaklingum. Samlaði partapeningurin tá var 25,5 mill. kr. Ætlanin er harumframt at tekna 30 mill. kr. í partapeningi í fríari tekning. Tær 10 mill. kr., sum nú kunnu teknast, eru sostætt ein triðingur av tí, sum ætlanin er at tekna aftrat.

Við einum partapeningi uppá 55 mill. kr. verður tí talan um eitt sera sterkt felag frá byrjan.

Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlantic Petroleum sigur, at teir halda hetta vera hóskandi upphædd hjá føroyingum at fara inn við einum avmarkaðum parti í eitt útlendskt oljusamtak ella at gera avmarkaðar avtalur við fleiri samtøk. Tað veldst so um, hvat ein finnur fram til er skilabest at gera fyri føroyska felagið. Enn er so einki avgjørt í so máta.

Kjartan Hoydal sigur, at tað hevur týdning, at felagið skal kunna klára seg sjálvt uppá sínar egnu kapitalinntøkur í eini tíð, har tað ongar pengar tjenar, og soleiðis at ein ikki kemur illa fyri tá.

Og kemur tað til eina útvinning, so skal tú eisini vera førur fyri at reisa tann eyka kapitalin, sum tá skal til, út frá stovnsfæ tú tá hevur. Ein hevur so lagt seg á, at 55 mill. kr. verða nóg mikið til tað.

Kjartan Hoydal sigur, at hetta er eitt tilboð til allar føroyingar um at taka lut í komandi møguligu oljuvinnuni.


Samband við samtøk

Felagið hevur til endamáls at leita eftir og útvinna kolvetni. Felagið fer ikki inn í frálandavinnuna annars við tænastum til kolvetnisvinnuna. Fyri at minka um váðan og skapa møguleikar fyri at virka í hesi kapitalkrevjandi vinnu, fer felagið at taka upp samband við oljusamtøk, við tí í hyggju at fáa til vega eina nøktandi samstarvsavgalu. Ferlaið fer at leggja dent á, at avtalan gevur møguleika fyri at menna førleika, vitan og tøkni innan kolvetnisvinnu í føroyskum vinnulívi. Hvat slag av samarbeiði talan verður um og hvønn ein skal samstava við dugir Kjartan Hoydal ikki at siga í dag. Tað eru summi fólk, sum meina, at ein kann fara upp í fleiri feløg og onnur, sum halda, at ein má hyggja eftir einum felag ella samtaki. Hvør loysn verður vald hevur so eisini nakað at gera við, hvat slag av avtalu tú ynskir tær.

Kjartan Hoydal vísir á, at onnur feløg, sum vilja vera við í Føroyum, skipa seg í samtøk. Feløgini ganga ikki aftur í hesum samtøkum, tá talan er um eitt ávíst øki. Her er talan um at savna kreftirnar og at fordeila váðan.

Kjartan Hoydal sigur, at føroyingar mugu vera partur av samtaki fyri at fáa ta ekspertisuna, sum er neyðug fyri at vera við í útviklinginum.

Tí er umráðandi at vera við frá byrjan. Felagið má vera klárt, áðrenn fyrsta útbjóðing verður. Tá má fyriliggja ein ella onnur avtala við útlendsk oljufeløg.

-Vit vita enn ikki nóg væl, hvat vit vilja. Men tað má metast út frá ynskinum um at vera við í vinnuni og at vera við uppá vanliga kommercieller treytir.


Óheppin kritikkur

Kjartan Hoydal heldur annars, at tann kritikkur, sum hevur verið vendur móti tiltakinum í fjølmiðlunum, hevur verið sera órættvísur, tí hann leggur seg meira eftir tí, ið ein trúði felagið var, enn tað í veruleikanum er. Víst varð á, at felagið skuldi hava valt eitt ávíst felag, og at ein eisini hevði bundið sjálva frálandavinnuna til felagið. Hvørki av hesum hevur hald í veruleikanum.

Fyri at tryggja sær, at rætta upplýsingin um felagið kom út til øll húski í Føroyum varð tí avgjørt at senda eina faldara til hvørt hús.

Ætlanin er at menna føroyska oljufelagið sohvørt við m.a. at seta ein stjóra og at seta fólk, sum í samstarvsavtalum kunnu fáa ta ekspertisu, sum felagið hevur tørv á. Í fyrstu atløgu verður ikki talan um nakað stórt tal av fólki, men ein má kunna dekka tey fakøki, sum eru neyðug fyri at kunna byggja eitt føroyskt oljufelag upp frá botni av.


Nokk av kapitali

Kjartan Hoydal er annars ikki samdur við tey, sum halda, at eitt slíkt oljufelag fer at drena kapital, sum annars kundi verið brúktur aðrastaðni í samfelagnum.

-Tað er skeivt hugsað. Eg haldi, at tað er ivaleyst av kapitali í Føroyum. Tað eru bara ikki nóg nógv projekt, sum kunnu geva tað avkast, sum fólk vilja hava.

Kjartan Hoydal vísir tvørturímóti á, at við at seta pengar í eitt føroyskt oljufelag, so er talan um eina víðkan av tí búskaparliga grundarlagnum hjá Føroyum og sum kann geva eitt avkast, um tað veruliga eydnast. Veruleikin í føroysku fiskivinnuni í dag er jú beint tað øvugti: ov lítil kapitalur og ov lítið avkast.


Stór avbjóðing

Kjartan Hoydal, sum annars vanliga hevur verið identifiseraður við fisk og fiskivinnu, heldur nýggja nevndarstarvið vera eina stóra avbjóðing, og kanska nettup tí, at talan er um annað enn fiskivinnu.

-Eg haldi tað er sera spennandi at síggja vinnulívið sjálvt taka seg saman og gera eitt gjøgnumhugsað tiltak. Tað hava vit ikki ov nógv av í Føroyum. Vit hava sera lítið av samstarvi millum fólk í eini ávísari vinnugrein, og vit hava sera lítið av samlaðum tiltøkum.

Tað heldur Kjartan Hoydal vera sera áhugavert og tiltakið hevur tí eisini rós uppiborið. Tað er partur av einum sunnum útviklingi.

Nevndarformaðurin í Atlantic Petroleum sær heldur einki skeivt í tí, at tað í Føroyum verða tikin stig til fleiri privat oljufeløg og møguliga eisini eitt alment felag. Tað er so eisini ein spurningur, hvat tey stóru oljufeløgini fara at siga, hvat samband tey vilja hava og um tey vilja hava nakað slíkt. Hetta vita vit ikki sum er.

Kjartan Hoydal vísir á, at eitt føroyskt oljufelag kann ikki standa einsamalt. Tað má vera í einum samtaki ella hava samband við størri feløg fyri at kunna yvirliva.


Ræður um at velja rætta felagið

-Kann ein nú rokna við, at oljufeløgini fara at yvirbjóða hvørt annað fyri at fáa samstarv við tykkum?

-Vit hava sama trupulleika sum Oljufyrisitingin hevur. Tað mest umráðandi fyri okkum er velja tað felagið, sum er best og hevur bestu møguleikar fyri at finna olju undir Føroyum. Tað hevur størri týdning enn at fáa ta bestu avtaluna. Og tað verður tann metingin, sum verður tann torførasta at gera. Eitt nú at finna út av, hvussu tryggar metingarnar hjá teimum ymsu feløgunum at finna olju eru.

Kjartan Hoydal sigur, at í princippinum er trupulleikin hjá tí almenna og einum privatum føroyskum oljufelag tann sami.

-Tær almennu Føroyar vilja gjarna hava eina oljuvinnu í gongd. Og tað vilja vit eisini. Tað ræður tí um hjá okkum at vera við, har tað eru bestir møguleikar at finna olju.


Skilagóð fyrireiking

Kjartan Hoydal hevur fylgt sera væl við gongdini í oljumálinum hesi seinastu árini. Hann heldur, at arbeiðið, sum er gjørt til at fyrireika okkum til eina oljuvinnu, hevur verið sera skilagott, vælgjøgnumarbeitt og gjøgnumhugsað.

-Tað skuldi verið eitt gott grundarlag, og tað er nógv hjálp í at lesa frágreiðingarnar frá Oljuráðleggingarnevndini ætlar tú tær at hava nakað við olju at gera

Hann heldur annars ikki, at tað er nakað í frágreiðingini frá ORN, sum sigur, at tað ikki er skilagott at fara undir at gera eitt føroyskt privat oljufelag.

-Tað, sum tú fær fatan av við at lesa frágreiðingarnar, er, at nevndin væntar ikki, at nakar klárar tað. Tí haldi eg, at fólk áttu at tikið hetta positivt, nevniliga at tú ikki hevur brúk fyri landskassastuðuli og ikki krevur, at alt er fyriskipað av tí almenna, men at tað er vinnan sjálv, sum stendur fyri. Hetta er nakað av tí mest positiva, sum eg havi upplivað í nógv ár.

Hóast Kjartan Hoydal alt sítt lív hevur tikist við fiskivinnuspurningar, so heldur hann, at oljuvinnan kann vera ein sera spennandi avbjóðing fyri føroyingar.

-Sum í øllum øðrum eru eisini her nógvir vansar. Men kann tað koma hartil, at vit kunnu víðka tað samfelagsbúskaparliga støði við sjálvir at vera við í tí partinum, sum gevur mest pengar, so er nakað vunnið.

Avleiðingarnar mugu vit eisini taka upp. Men kann henda gongdin gera, at summar íløgur í Føroyum verða at kasta meira av sær enn tær vit hava í verandi høvuðsvinnuni, so er nógv vunnið til samfelagið.