Komandi politisku undirgrundaramráðingarnar við bretar verða undir føroyskari leiðslu, við donskum stuðli.
Soleiðis svaraði ein væl upplagdur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, heilt greitt einum spurningi frá Sosialinum, tá forsætisráðharrin einsamallur hevði tíðindafund á Hotel Hafnia mikukvøldið.
Poul Nyrup Rasmussen segði, at eftir hansara metan, eiga danir at bíða eftir einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast.
Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla føroyingum.
»Ynskja føroyingar at royna politiskar samráðingar, og ynskja føroyingar, at forsætisráðharrin ella uttanríkisráðharrin skulu luttaka, vil eg fegin verða við,« segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.
Loynilig skjøl
Tað vísir seg, at rættiliga nógv skjøl, sum hava við undirgrundarmálið at gera, eru stemplað loynilig, og tí er ikki møguligt at fáa innlit í hesi skjøl.
Spurdur, um hetta kanska kundi koma av einihvørjari longu gjørdari avtalu, svaraði forsætisráðharrin, at sær vitandi, er eingin slík avtala gjørd.
Poul Nyrup Rasmussen metti, at grundin heldur var, at partarnir ikki vilja leggja síni marknakrøv alment fram fyri mótpartin enn.
»Tað vildi svarað til at lagt kortið á borðið hjá mótpartinum og sagt honum, at hatta skal hann krevja av okkum,« segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.
Tiltøkini
Poul Nyrup Rasmussen segði, at tiltøkini, føroyingar settu í verk móti kreppuni, serliga í árunum 1993 og 1994, nú vísa seg ikki at hava verið til fánýtis.
Forsætisráðharrin tók fleiri ferðir undir vitjan síni upp í saman, at tað var væl klára av eini tjóð, sum hevur ligið so lágt, at vera komin so væl undan aftur eftir so stuttari tíð.
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara.
»Vit hava tosað um føroyska búskapin, sum eg havi góðar vónir til framyvir,« segði Poul Nyrup Rasmussen.
Hann hevur fleiri ferðir á vitjanini nevnt, at Føroya Banki hevur yvirskot, og tað fegnast hann um.
Fiskivinnan
Eitt annað, sum sjálvsagt hevur verið á lofti, nú ríkisfundur hevur verið, er fiskivinnan.
Fleiri ferðir á ferðini hevur Poul Nyrup Rasmussen nevnt, hvussu væl tað gongur hjá føroysku fiskivinnuni í løtuni.
Men kortini hevur verið mint á, at ansast má sera væl eftir tilfonginum.
Serliga væl varð tað sagt á fyrra tíðindafundinum, sum var týskvøldið, har eisini Edmund Joensen, løgmaður, og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, luttóku.
Tað var heilt greitt, at teir tríggir vildu mæla til varsemi í fiskiskapinum. Og fiskifrøðingar eiga at takast í álvara, tá soleiðis er.
Jonathan Motzfeldt segði tað heilt greitt:
»Ein fiskivinnutjóð, sum ikki lurtar eftir fiskifrøðingunum, spælir ?hazard? við síni framtíð.«