Petur Knudsen er uttan sáttmála og tað er ikki farið framvið hjá fleiri av stóru feløgunum í Føroyum. Sum In.fo hevur skilt, so hava øll tey stóru feløgini í Føroyum víst honum áhuga. Teirra millum eru KÍ, HB og Víkingur. Eisini barndómsfelagið NSÍ hevur eitt ynski, um at fáa Petur Knudsen heim.
- Eg leiti í fyrstu atløgu uttanlands. Tað er einki nýtt enn og eg bíði eftir tí rætta, sigur Petur Knudsen, sum í løtuni venur við NSÍ.
Petur Knudsen passar væl til profilin hjá KÍ, har teir hava keypt landsliðsspælarar. HB verður helst uttan Ardrian Justinussen og tá er Petur Knudsen ein góður avloysari. Hartil er pápin málmansvenjari í felagnum.
Sum heilt ungur spældi Petur Knudsen við GÍ og søgan sigur, at Víkingur er til reiðar at taka ein profil inn, um møguleikin er har. Eitt annað boð er Noah Mneney. Og so er tað barndómsfelagið NSÍ, har Petur Knudsen, sum makkari hjá Klæminti A. Olsen, bleiv kosin til ársins spælara í 2020.
Petur Knudsen hevur seinasta hálva árið spælt við El Paso í Texas í USA. Undan tí spældi hann við Lyngby. Føroyski landsliðsspælarin sigur seg ikki hava útvalt nakað land ella heimspart, har hann helst vil spæla, men hevur fleiri ferðir givið til kennar, at spælistílurin hjá liðnum skal passa til hansara framrættaða spælitíð.