Føroyskar kvinnur eru munandi yngri enn danskar kvinnur, tá tær eiga fyrstu ferð. Tað ber til at lesa í heilsulýsingini hjá Landslæknanum fyri 2014.
Miðalaldurin hjá føroyskum kvinnum, ið eiga fyrstu ferð, er 26,1 ár. Í Danmark er sama tal 29,1 ár. Sostatt eru føroyskar kvinnur í miðal trý ár yngri enn danskar kvinnur, tá tær eiga fyrstu ferð.
Eisini tær føroysku kvinnurnar, ið eiga fyri aðru, triðju og fjórðu fer eru í miðal yngri enn í Danmark, men hjá kvinnum, ið hava átt fyri fimtu fer ella meir, er miðalaldurin lægri í Danmark. Meðan miðalaldurin fyri tær kvinnurnar er 36,7 ár í Føroyum, so er miðalaldurin 36,5 ár í Danmark.
Tilsaman er miðalaldurin fyri allar føroyskar kvinnur, ið hava átt í 2014, líkur miðalaldrinum í Danmark. Í Føroyum er miðalaldurin 29,7 ár, meðan miðalaldurin í Danmark er 30,9.
Tilsamans vórðu 653 børn borin í heim í Føroyum í 2014.