Týdningurin hjá Naser Khader í donskum politikki er ikki so avgerandi longur. Stjórnarflokkarnir fáa nevniliga aftur meirilutan í eini nýggjari meiningarkanning, sum vísir afturgongd til Eindarlistan, SF, Socialdemokratarnar og teir Radikalu.
Vinstri-flokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen hevur kortini eina afturgongd í mun til seinastu kanningina hjá Catinet, sum er gjørd fyri Ritzau.
Í dag stuðla 26,5 % av danska fólkinum flokkinum sum hevði kunnað fingið 47 fólkatingsmenn um val var í dag. Hetta eru fimm færri enn seinast. Hinvegin hava tey konservativu og fólkaflokkurin framgongd við ávikavist 9 og 14 %.
Út frá kanningini fáa stjórnarflokkarnir og stuðulsflokkur teirra 88 tinglimir, og tí er í roynd og veru ikki brúk fyri einum møguligum stuðli frá Ny Alliance.