FOKUS OM vika er byrjað á Glyvrum

Serliga upplivingartiltakið "Global Village" og kafé verður á skránni

Klokkan 16 lat OM Føroyar upp sína kafé á Glyvrum í hølunum yvirav Effo-støðini á Glyvrum. 

 

Klokkan 17 byrjar upplivingartiltakið "Global Village" . Talan er um eina heilt serliga aktiva framsýning í hølunum hjá Elding í Runavík. Saman við einum bólki við 10 fólkum ber til at ganga ígjøgnum hetta økið, og aktivt taka lut í tí, sum møtir einum. Á ferðini ígjøgnum hendan heim, koma fólk at fáa uppgávur og avbjóðingar, tá tey møta hesum menniskjum, sum hava tungar byrðar at bera. Hvør túrur varar 2 tímar. Aldursmarkið er 13 ár og uppeftir. Tilmeldingin til Global Village fer fram á heimasíðuni om.fo.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eitt prát við leiðaran hjá OM Føroyum, Anitu Tausen (myndin).