Tað skrivar Hagstovan:
1. apríl búðu 55.279 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 575 fólkum, ella 1,1 prosenti seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum, serliga vegna størri nettoflyting.
Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og nærkast longu 55.300 fólkum. Fólkavøksturin, sum hevur verið lakur í góð tvey ár, er vaksin seinastu tíðina, og lutfalsligi vøksturin er nú farin upp um eitt prosent fyri fyrstu ferð í hálvttriðja ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 214 fólk og einari nettoflyting á 361 fólk. Tað eru samanlagt 361 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um hálvfjers størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 58 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Nettoflytingin var fleiri ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya.
Nettoflytingin hevur verið javnt minkandi fram til undanfarna tíðarskeið, men seinastu tólv mánaðirnar vaks nettoflytingin lutfalsliga nógv. Skift á ríkisborgaraskap sæst, at tveir triðingar av vøkstrinum vóru millum danskar ríkisborgarar. Nettoflytingin millum danskar ríkisborgarar var tí positiv fyri fyrstu verð síðan tíðarskeiðið frá mars 2021 til mars 2022.
Tá tað er sagt, so var meginparturin av nettoflytingini seinasta árið millum uttanríkisborgarar, serliga filipinskar ríkisborgarar.
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er spakuligt vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting.
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan deyðatalið er meira støðugt. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.
Yvir trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva yvir 23.600 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Klaksvíkar, Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunu.
Aðrar kommunur við munandi fólkavøkstri vóru Eysturkommuna, har fólkatalið serliga vaks í Norðragøtu, umframt Sands og Skopunar kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar, Kvívíkar og Vága kommunu.
Sí fleiri tøl og talvur á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her









