Í dag hittast umboð fyri Føroyar, Danmark og Bretland í London at tosa um áseting av einum marki millum Føroyar og Bretland. Fundur var í Keyp-mannahavn í juli, og tá komu bretar við einum nýggjum útspæli, har teir fyrstu ferð nakrantíð í áralongu samráðingunum søgdu seg vilja góðtaka at tosa út frá eini ella aðrari miðlinjuloysn.
Síðani tær samráðingarnar vóru hava verið fundir millum løgmann og samráðingarnevndina. Eisini uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur fundast um málið og hevur samráðingarleiðarin so fingið fingið eitt nýtt útspæl við sær til London.
Sosialurin hevur skilt, at hóast føroyingar hava staðið saman sum ein mað-ur í øllum hesum málinum og krevja eina miðlinju, so eru kanska ymsar áskoðanir um, hvussu henda miðlinja skal síggja út. Tað ljóðar, at bæði samráðingarnevndin, uttanlandsnevndin og danska uttanríkisráðið draga eina og somu línu, meðan løgmaður kanska sær eitt sindur øðrvísi uppá málið, nú tað loksins gongur móti endanum á hesum drúgvu samráðingum.
Vit hava ikki fingið hesi tíðindi váttað men skilja, at Árni Olafsson er farin til London við einum ella øðrum uppskoti í skjáttuni. Hvørvítt hetta er nakað, sum bæði løgmaður, uttan-landsnevnd, samráðingarleiðsla og danska uttanríkisráðið eru samdir um ella ikki fæst einki at vita um. Men eitt nú útspæl er
er tað so helst talan um. Ein møguleiki er tó, at føroyingar standa fast við tað, sum teir alla tíðina hava gjørt.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Helena Dam á Neystabø sigur, at tey hava tosað við løgmann um málið og hava fingið at vita, hvat útspælið snýr seg um.
-Tað er løgmaður, sum umsitur hetta málið og hava vit bert givið okkara áskoðan til kennar sigur Helena Dam á Neytabø. Hon ivast ikki í, at málið er í tryggum hondum og vísir á, at samráðingarnevndin higartil hevur borið seg sera professionelt at.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini fegnast annars um, at bretar á seinasta fundinum fyrstu ferð brúktu hugtakið miðlinja. Hetta møguliga kann signalera, at teir veruliga eru sinnaðir at fáa eina samráðingarloysn, tí hetta er tað, sum føroyingar hava lagt seg eftir.
Heldur Helena Dam á Neystabø, at tað eru tekin til, at nýggja stjórnin í Bretlandi hevur lagt á annan bógv enn tann undanfarna!
-Tað virkar sum um, at hon vil hava eina skjótari loysn.
Hon heldur tað vera rætt at speeda upp í hesum máli og heldur annars, at bretar uttan iva hava størri skund at fáa eina loysn í hesum máli enn vit - tó at hetta eisini hevur stóran týdning fyri okkum.
Danir og vit
Uppá fyrispurning um vit føroyingar hava fingið nóg góða uppbakking frá danskari síðu í hesum samráðingum, nú danir jú umsita okkara uttanríkispolitikk, sigur Helena Dam á Neystabø, at danir hava ikki nóg greitt meldað út, hvussu teir vilja tackla eitt møguligt politiskt umfar.
-Tað hava vit spurt eftir. Vit kundu hugsað okkum at fingið eitt nógv greiðari svar uppá, hvussu eitt møguligt politiskt umfar eftir eitt møguligt slit, fer at verða tacklað. Har haldi eg so, at teir hava verið ógvuliga varnir við at siga nakað, og tað kann ein møguliga meta sum ein veikleita, nú ein sær fyri sær, at eitt politiskt umfar møguliga nærkast.
-Er tað hugsandi, at danir kanska fyrst og fremst hugsa um síni áhugamál mótvegis Bretlandi, áðrenn teir fara at ganga ímóti Bretlandi fyri okkra søk?
-Tað er greitt. Tað er eing-in orsøk til at hava illusiónir um, at vit koma framum slík áhugamál. Tað eiga vit eis-ini sjálvi at kalkulera við, tá vit gera okkara egnu niðurstøður.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hevur gjørt sær púra greitt bæði í hesum máli eins og í øðrum uttanríkismálum, at vit koma ikki framum donsk egináhugamál, sum heldur ikki er so løgið. Vit eiga tí eisini at vera meira at okkum komin at gjøgnumskoða næsta leikin í talvinum.