Gamli Skúli í Miðvági er snøggaður til, og verður brúktur til útibarnagarð hjá Miðvágs og Vatnsoyrarbørnum. Stovnurin eitur útibarnagarðurin í Gamla Skúla.
Elsa Margit Davidsen er leiðari í útibarnagarðinum. Hon letur væl at tí, sum fingið er burtur úr skúlanum. Alt er innrættað av nýggjum uttan ein einstøk stova, sum seinni verður gjørd, og sum dagrøktarbørnini so fara at nýta, greiðir hon frá. Tað er tann 71 árag gamli Salamon Poulsen, av miðvingum bert nevndur Berti, sum hevur lagt hetta sera snøgga arbeiðið úr hondum. Nú barnagarðurin stendur liðugur, stendur hann í góðum tveimum milliónum krónum.
Tað er pláss fyri 55 børnum eldri enn trý ár í nýggja útibarnagarðinum í Miðvági. Og tað er ikki ov nógv, tí longu nú er bíðilisti. 11. Starvsfolk eru knýtt at stovninum.
Umframt hevur Miðvágs Kommuna eisini dagrøkt fyri børnini, sum eru yngri enn trý ár. Har eru eini 30 børn.
Leygardagin varð Gamli Skúli vístur fram fyri almenninginum, og higar komu miðvingar bæði í og úr bygd at síggja nýumvælda stovnin og kanska minnast aftur á gamlar dagar, tá tey sjálv gingu her. Ikki í barnagarði, skilst, men í skúla.
Tí talan er um elsta bygdarskúlan i landinum, greiðir Ann Margit Davidsen frá. Bygdur longu í 1830, um enn hann ikki tá var heilt í sama líki, sum í dag. Men nógvar eru kortini søgurnar, gomlu veggirnir kundu sagt, og fleiri merkisfólk hava gingið í skúla her.
Sum vera man, varð eisini okkurt gott boðið teimum vitjandi. Kaffi og lagkøka, køkumenn og ikki at gloyma sodavatn og saft fingu børnini eisini.
Jú, tey hugnaðu sær hendan dagin, bæði ung og eldri. Og børnini vistu, at talan er um útibarnagarð, so ikki var at sita inni. Spæliplássið uttan fyri varð dúgliga nýtt ein slíkan dag.