Fríða er løgfrøðingur og starvast á Advokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu. Har hevur hon arbeitt, síðani hon varð liðug at lesa í 1982.
Fríða er ættað úr Kirkjubø, har forfedrar hennara í fleiri lið hava livað av urtagarðsbrúki, sum man vera eindømi í Føroyum. Foreldrini, Sámal og Elisabeth Patursson, eru kend víða um sum vinsæl fólk, og hetta lyndið hevur Fríða arvað frá teimum.
Tá Fríða ikki er til arbeiðis, syngur hon í kórinum Sólarmagn á Velbastað. Familjan brúkar eisini nógva tíð í húsunum í Sørvági.
Fríða hevur fleiri álitisstørv og millum hesi telist, at hon er formaður í nevndini fyri Føroya Barnaheim.
Hon er gift við Niclasi Rasmussen, og børnini eru: Rúna, Elisabeth, Rósing og Sámal.
Vit ynskja Fríðu hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Starvsfólkið