Tað kom meira lív í fjøldina, tá lítli fransmaðurin F.R. David kom á pall, eftir eina heldur friðarliga Maggie Raily, ið tó hevði sínar ljósu løtur.
Men við ljósa og vælswingandi poppinum hjá stóru poppstjørnuni frá fyrst í áttatiárunum livnaði Vágsbøur, og eisini føroyska all-stars orkestrið, ið var partvís samansett av manning úr Showmonnum og nøkrum góðum og garvaðum nøvnunum afturat úr føroyskum tónleikalívi. James, Johannus, Kim, Ólavur og Jákup sluppu at royna seg og stóðu royndina.
Og hóast F.R. David sigur, at orðini ikki koma so lættliga, so er tað í hvussu er nakað við løgum hansara, ið setur seg fast beinanvegin.
Lagið Words riggaði sjálvandi beinanvegin júst sum tað skuldi og talan var um felagssang á Vágsbø, so væl sum fjøldin tók undir, og so lættliga sum orðini fullu.
Men eisini onnur løg, sum ein als ikki helt seg kenna, sótu beinanvegin og summi hava ligið goymd í dulvitinum í áravís, klár at taka fram á Vágsbø í 2006. Har eru løg sum I need you, Year of the cat, In my mind og Sahara Nights, ið er eitt lag við heitum rútmum, ið vóru kærkomnar á Vágsbø.
Stutt sagt, so var talan um popptónleik úr fyrstu skuffu, tá F.R. David kom á pallin á Vágsbø og tað var onki at taka seg aftur í, at tonleikarar, eins væl og lurtarar, hugnaðu sær óført afturvið lætt gloytu tónunum frá hesum franska stjørnuskotinum frá áttatiárunum.
Tað var sum Frændur einaferð søgdu; Eg í 80'unum livi! Vágsbøur fór eina stund aftur í tíðina við F.R. David, ið onki er broyttur. Hvrki hvat útsjónd ella ljóði viðvíkur. At høga røddin kanska ikki tóktist so støðug onkra sera stutta løtu, varð fyrigivið fransmanninum, sum kom úr hitanum í París og segði seg dáma at standa á heldur kalda pallinum´á Vágsbø
Poppurin í hásæti.
Tað var eitt sonevnt popp-ikon, sum stóð á palli. Ein maður, sum fekk stóran part av heiminum at syngja við uppá eitt lag, sum var so væl skrivað, at ein skuldi ikki hildið, at eitt so íoyrafallandi lag var eftir í hópinum av óskrivaðum løgum.
Kanska óvæntað hjá mongum, so var F.R David maðurin, sum borgaði fyri eini góðari, veitslukendari og sera lættari og vælswingandi poppløtu, ið var júst so, sum hon skuldi.
Við øðrum orðum sleppa orð sum; gamalt, slitið, avdankað, og onnur tílík, ikki framat her, tí soleiðis var framførslan als ikki.
Tá F.R. David spældi Words sum eykalag, so gjørdist talan um veitsluróm við felagssangi og hugnin náddi hæddirnar.