Fráfallin puristur

André Niclasen hevur eftir øllum at døma einaferð verið puristur, tíbetur hálsaði hann um meðan tíð var og hevur gjørt okkum tann beina, at vísa okkum, at tað sum sigst at vera gott og rætt førist ikki er betur, kanska verri, enn tað sum sigst at vera vánaligt førist

Førist er sjálvandi ikki bara førist, men tað er eisini eitt slag av religión fyri nøkur, málið skal tilbiðjast, verjast, hampast og ikki minst skulu nøkur orð lúkast burtur. Tá so onkur í meinigheitini missir trúnna er heilt galið, imamarnir fara straks á prædikastólin at viðgera mannin, ikki tað hann sigur.

Ein fráfallin puristur er sjálvandi ikki álítandi, álítandi fólk eru tey, sum eru fødd við eini meining og halda fast við hana alt lívið.

Tað at vit hava fingið orðaskifti um málið hevur nógv at siga og har hevur André gjørt so væl at leggja sakliga fyri. Hvat hann hevur verið fyrr og møguliga ætlar sær at blíva, hevur onki við sakina at gera.

Viðmerkingarnar frá Svenning Tausen hava onki við bókina hjá André at gera, men eru ósaklig og persónlig álop.

Tá eg gekk í skúla var málreinsingin komin væl ávegis, Svenning Tausen var ein so nærlagdur lærari, at eitt hent orð sum blíva fekk durafjórðingin frá honum longu í 1. real og tað gingu nógv ár áðrenn eg tordi at taka tað upp aftur. Tíbetur eri eg síðan aftur blivin ógvuliga væl við tad nyttuga orðið at blíva.

At ein maður sum André ger vart við at málreinsingin er farin yvir gevind er heilt uppá pláss, tí talan er ikki um verju av málinum, men at skapa málallergi.

Hinvegn er André ikki serliga víðgongdur, hann letur t.d. málsliga fremmandlikamið “ð” hava frið. Eddið er ein bókstavur, sum slett ikki hoyrir heima í føriskum, og føringar duga heldur ikki at brúka hann. Hetta er tjóvagóðs úr Íslandi.

At vera ella ikki at verða

Føringar hava droppað eddið fyri fleiri hundrað árum síðani og tí er eitt praktiskt orð sum blíva, blivið eitt neyðugt orð í føriskum. Í talumáli er ongin munur á vera og verða, var og varð og tað er helst orsøkin til at vit ikki vita nær vit skulu skriva vera við ella uttan ð.

Eg síggji at ein vanligur lýsingartekstur er: Søkt verður eftir ......Seinast eg sá tað frá einum almennum stovni var nú ein dagin, har løgmansstovan søkir eftir einum sendiritara til ambasaduna í Reykjavík, teksturin ljóðar: Søkt verður eftir sendiritara til sendistovu Føroya í Reykjavík at seta 1. september. Hvat merkir hetta? Søkja teir eftir sendiritara ella ætla teir at fara at søkja eftir sendiritara? Hvat man ein sendiritari vera fyri nakað?

Helst er hetta eitt prógv um at orðið “at verða” er óbrúkiligt uttan í einstøkum føstum vendingum. Vit føringar duga í hvussu so er ikki at brúka tað. Til dømis kunnu bløðini skriva at ein ella annar varð fríkendur í býrættinum, í nútíð: hann verður fríkendur. Hví skal man fara í rættin við einum persóni, sum verður fríkendur?

Førisk ella íslendsk stavseting

Á íslendskum eita oyggjarnar Færeyjar, hetta umseta vit uttan himpr til Føroyar, skal tað vera nøkur meining í at hava oyggjar uppí í Førjum, skuldi tað veri Føroyggjar. Tann vanliga úttalan er Førjar. Sama er galdandi fyri staðarnøvn sum Fugli(e), Svíni, Suðri. Í Kringvarpinum eru teir orðakringu kortini farnir at siga Fugloy og fugloyingur, Svínoy og svínoyingur osv., og ikki at forgloyma fææærtelefon og fææærstøð.

Føriski halgidómurin

Førist er ikki nakað heilagt og tí eiga vit at debatera okkara mál sum alt annað. Bókin hjá André er hvørki niðurbrótandi ella ein hóttan móti føriskum, men eitt kærkomið høvi at taka málið upp. Tað er ongin grund til at lýsa fatwa móti André, men kanska eru vit ikki komin longur enn talubanarnir.