Fríggjadagur 13. tryggari

Hálendskir hagfrøðingar hava funnið fram til, at júst fríggjadagar, ið falla á 13. dagin í mánaðinum, eru tryggari enn ein meðal fríggjadagur Tað gongur beint ímóti fatanini av fríggjadegi tann 13., men sambært hálendskum hagfrøðingum er dagurin í veruleikanum tryggari enn vanligir fríggjadagar.

Vanliga verður sagt, at tá vikudagurin fríggjadagur fellur saman við 13. dagin í mánaðinum, merkir tað óhepni, men tað beint øvugta er veruleikin, vísir ein kanning, sum er gjørd á hálendsku miðstøðini fyri granskingarhagtøl.

Ein uppgerð, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at tað í veruleikanum eru færri fráboðanir um óhapp, vanlukkur, brandskaðar og innbrot fríggjadagar, sum fella á tann13. í mun til vanligar fríggjadagar.

Eg havi ilt við at trúgva, at orsøkin er, at fólk eru meiri varin ella enntá bara verða heima, men hagtøl vísa, at tað faktisk er tryggari at koyra bil fríggjadag tann 13., sigur hagfrøðingurin Alex Hoen við granskingarblaðið Verzekerd, skrivar ekstrabladet.dk