Fróði: Nú er ”Hola” fullkomin

Átta løg við átta tilhoyrandi sjónbondum

Fróði Hansen lat á sumri í 2019 frá sær føroysku heildarútgávuna ”Hola”, ið hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og nú er sama útgáva eisini útgivin á youtube við sjónbandi til hvørt lagið.

- Í dag fyllur sonurin eitt ár og eg havi rokkið mínum málið, við at útgeva ”Hola” á øllum frontum. Fysiskt við LP, digital við Spotify og nú eisini sjónliga við átta sjónbandaløgum, sigur Fróði Hansen.

Sjónbondini eru gjørd av Bárði Dal Christiansen, Brian Samson, Daniel Bezares og Poul Arna Klein.

##med2##

Tónleikarar á útgávuni eru: Fróði Hansen, Mattias Kapnas, Per Ingvald Højgaard Petersen, Andreas Tykjær Restorff, Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir, Eyð Steinbjørnsdóttir. Theodor Kapns hevur upptikið og ljóðblandað útgávuna í Studio Bloch.

- Hendan útgávan er nú fullkomin. Eg havi altíð sæð hetta sum ein verkætlan, har tekstur og tónleikur møtir tí sjónliga, sigur Fróði Hansen, sum í apríl fer við manning á tónleikaferð í Russlandi.

##med3##

Her sæst hvør hevur gjørt sjónbandaløgini:

1. HOLA (Bárður Dal Christiansen)

2. 12 FET FYRI BORÐ (Daniel Bezeres)

3. ROMEO VIÐ SANGINUM (Bárður Dal Christiansen)

4. LØTAN VARIR VIÐ (Brian Samson)

5. KLÁR (Bárður Dal Christiansen)

6. ØSING (Bárður Dal Christiansen)

7. ARRINI AV STORMINUM (Poul Arni Klein & Bárður Dal Christiansen)

8. SPOR (Poul Arni Klein & Bárður Dal Christiansen)