Tróndur Patursson, listamaður, sigur við Sosialin, at hann er fegin um, at Bill Clinton fær ein av hansara glasfuglum.
- Bill Clinton hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri frið í heiminum. Hevði tað verið Reagan ella Bush, hevði eg neyvan verið líka fegin, sigur Tróndur Patursson.
Bláu fuglarnir eita Frælisfuglar, og Tróndur Patursson vónar, at tað kann stuðla føroyska stríðnum fyri tjóðarfrælsi, at ein amerikanskur forseti nú eisini eigur ein føroyskan frælsisfugl.
Bláu glasfuglarnir skulu eisini prýða hølini uppi í Norðulandahúsinum, har fremstu vinnulívsfólk saman við útlendskari pressu eru savnaði í dag.