Umframt, at eitt heilt symfoniorkestur situr aftanfyri Frændur í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, so er eisini eitt úrvalslið av føroyskum tónleikarum við.
Í hesum døgum venja teir í Útvarpshøllini, men í dag ella í morgin fara teir yvir í Norðurlandahúsið at venja. Danski framleiðslustjórin og tøkningur hansara eru komnir til Føroya og Symfoniorkestrið ger seg eisini til reiðar til báðar konsertirnar, sum verða um vikuskiftið. Útseltm er til konsertirnar, men Útvarpið sendir beinleiðis frá konsertini sunnudagin klokkan 16:00.
Myndamaður okkara var framið í Útvarpshøllini í gjár, tá manningin í Frændir vandi. Á bassi er Jan Zachariassen, á trummum Rógvi á Rógvu og á klaver Finnur Hansen.
Hesir borga fyri dygd og saman við Steintór, Rana og Eyðuni og symfoniorkestrinum fara teir á pall um vikuskiftið at spæla kend løg hjá Frændum, ið eru sett út fyri orkestur. Eisini verður ein skrá, har bara hesir garparnir leika