Frá heimselituni í Berlin til Føroya Symfoniorkestur

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire stjórnar symfonoiorkestrinum til stórslignu konsertirnar við Kim Hansen og bólki í februar 2026.

Tíðindaskriv frá Føroya Symfoniorkestri

Catherine hevur júst vitjað í Føroyum, har hon hevur heilsað upp á tónleikararnar og hevur havt fyrstu fundirnar við listarligu leiðsluna í symfoniorkestrinum.

 

Catherine Larsen-Maguire er fødd í Manchester men hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin, har hon eisini spældi við Berliner Filharmonikarunum.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at elta dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr orkestrum, m.a. London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Í 2023 varð hon útnevnd til fyrsti tónleikaligari leiðari hjá National Youth Orchestras of Scotland. Í konsertárinum 2025-26 skal hon m.a. stjórna Deutsches Symphonie-Orchester Berlin, Orchestre National de Bordeaux og Münchens Kammerorkestri.

Hon hevur serligan áhuga fyri samtíðartónleiki og hevur stjórnað frumframførslum av verkum eftir m.a. Alexander Goehr, eins og hon hevur samstarvað við Ensemble Modern, Klangforum Wien og Birmingham Contemporary Music Group.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

 

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt fýra ára samstarvsavtalu við Catherine, skrivar Føroya Symfoniorkestur í tíðindaskrivi.

 

##med2##