Fráboðan: Brek komið á á SHEFA-2 kaðalin

SHEFA-2 kaðalin fekk í dag kl. 13:00 ein skaða á strekkinum millum Orkney og Shetland, umleið 1,5 km úr landi frá Orkney. Orsøkin til skaðan er enn ikki kend

Arbeitt verður saman við okkara undirveitara at fyriskipa umvæling av skaðanum. Tí at skaðin liggur so tætt við land, er neyðugt við fyrireikingum á staðnum í Orkney, áðrenn kaðalskip kann fara í gongd við sjálva umvælingina.

 

Mett verður, at kundar í Føroyum ikki eru ávirkaðir av hesum, tí teir hava samband um FARICE-1 kaðalin.