Boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, og Føroya Politi heitir tí á borgarar og fyritøkur um at taka neyðug atlit hesum viðvíkjandi.
– Minnist til at tryggja trampolinir, havamøblar, byggitilfar og annað, sum liggur leyst uttanfyri – og ruddið burtur órudd, sum kann fara við vindinum, skrivar løgreglan.