Framleiðslan úr Ettrick oljuleiðini hjá Atlantic Petroleum nærkast

Framleiðsluskipið Aoka Mizu (FPSO), ið skal framleiða olju úr Ettrick oljuleiðini hjá Atlantic Petroleum, er nú á veg hendanvegin úr Singapore, har tað er bygt. Eftir ætlan byrjar Aoka Mizu at framleiða úr Ettrick oljuleiðini, ið liggur einar 120 kilometrar í ein landnyðring úr Aberdeen, í fyrsta ársfjórðingi 2009. Skipið er leigað til Ettrick oljuleiðina fyri eitt 5 ára tíðarskeið, við møguleika at leingja leigumálið.

Fleiri møgulig leitingarmið liggja í økinum rundan um Ettrick oljuleiðina, og kunnu hesi knýtast uppí Aoka Mizu framleiðslukervi seinni. Í august mánaða í ár boðaði Atlantic Petroleum frá, at olja varð funnin í Blackbird oljuleiðini, sum liggur 6 kilometrar sunnan fyri Ettrick. Hendan oljan er av góðari góðsku, og hevur góðar framleiðslueginleikar.

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um at Aoka Mizu nú er á veg til Evropa, og sær fram til fyrstu framleiðsluna frá leiðini.

Atlantic Petroleum eigur 8,27% í loyvinum. Hini feløgini eru Nexen Petroleum, fyristøðufelag (79,73%), og Bow Valley (12%).

Frammanundan framleiðir Atlantic Petroleum olju úr Chestnut oljuleiðini í Norðsjónum. Hendan framleiðslan byrjaði í septembur í ár, og hevur hon gingið sera væl. Miðal framleiðsluferðin síðan framleiðslan byrjaði er 12.000 tunnur um dagin (?boepd?), ella 1.800 tunnur til Atlantic Petroleum.