Løgreglan sigur í fráboðan nú seinnapartin í dag, at átaksleiðslan framvegis hevur tamarhald á støðuni við Athenu, sum hevur likið sjógv. - Í framhald av tíðindaskrivinum 13. mai 2011 - sum var í gjár - kann upplýsast, at tað framvegis er tamarhald á støðuni við Athenu.
Tað er Karen Marie Olsen, fúti, ið stendur undir fráboðanini, sum kom seint í dag.
- Arbeitt verður í løtuni við at tryggja skipið. Arbeitt verður eitt nú við at tøma skipið fyri sjógv og at forða fyri, at meira sjógvur kemur inn, sigur Karen Marie Olesen í tíðindaskrivinum, sum er rættiliga stuttorðað.
Fólk í Runavík hildu annars í dag, at Athena hevði tikið meiri sjógv inn aftur, men nú sigur so fútin, at roynt verður at tøma skipið fyri sjógv.
Í tíðindaskrivinum verður einki sagt um, hvussu nógv Athena lekur - ei heldur, um átaksleiðslan er við at fáa tamarhald á lekunum.
Oljusperringar eru lagdar runt um skipið, soleiðis at møgulig olja, sum kanska kundi farið í havið, ikki sleppur at breiða seg um Skálafjørðin.