Frank Lampard enskur liðskipari

Liðskiparin og varaliðskiparin, Rio Ferdinand og Steven Gerrard, hava givið avboð til landsdystin móti Danmark í Parkini. Tá enska landsliðið í morgin rennur á vøllin í Parkini, verður tað við Chelsea miðvallarinum, Frank Lampard, á odda.

 

- Hetta er ein stór løta fyri meg. Eg eri ein av teimum eldru á liðnum og eg havi bíðað tolin eftir at fáa liðskiparabandið, sigur 32-ára gamli miðvallarin á tíðindafundi í Keypmannahavn.

 

Frank Lampard hevur spælt 83 landsdystir, men hetta er fyrstu ferð, at hann er liðskipari frá byrjan.

 

- Eg var einferð liðskipari eina í seinna hálvleiki, tá Steve McClaren var landsliðsvenjari, sigur Frank Lampard víðari.

 

Fyri John Terry, Ashley Cole og Frank Lampard er hetta eisini ein møguleiki at venja seg við at spæla í Parkini. Chelsea skal í Champions League møta FCK.

 

- Eg havi sæð FCK spælt móti Barcelona og teir kláraðu seg væl. Vit meta dystin móti FCK sum ein torføra dyst, sigur Frank Lampard.

 

Landsdysturin millum Danmark og Ongland verður í morgin(9/2: 2011) og byrjar klokkan 20:15, meðan Champions League dysturin millum FCK og Chelsea verður 22. feburar og returdysturin á Stamford Bridge 16. mars.