Frem tapti eftir málríkan dyst

Atli Danielsen og liðfelagararnir í Frem taptu 3-4 ímóti HIK í donsku 1. deild í gjár. Longu í 9. minutti kom Frem aftur um 0-1, men innan teir næstu 8 minuttirnar syrgdu Fosu Boateng og Wassim el Banna fyri, at Frem fekk eina 2-1 leiðslu, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Henda støðan helt sær til 20 minuttir vóru eftir, men tá raplaði alt hjá Frem. Uppá eitt korter var støðan vend til 2-4 til HIK. Tim Ilsø minkaði um munin í yvirtíðini, men tað var ikki nóg mikið fyri Frem.