Friðarligt seinastu tímarnar

Fólk tykjast lurta eftir ávaringunum, og síðani klokkan 19 hevur løgreglan onga fráboðan fingið um trupulleikar í ferðsluni

 

Meira enn tí einu ferðina í dag hava vit hoyrt bæði Landsverk og løgreglu ávara um, at tað ikki er ráðiligt at fara út við bili.

 

Fyrr í dag var eisini sannur ferðsluruðuleiki, men tað tykist, sum halda fólk seg frá bilunum, nú tey flestu eru komin heim.

 

- Her hevur verið heilt friðarligt seinastu tímarnar. Vit hava ikki fingið eina tí einastu fráboðan síðani klokkan 19, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

Hann leggur afturat, at helst hava fólk tikið ráðini frá myndugleikunum í álvara.

 

- Nú er Landsverk at grava eitt neyðsynjarspor frá Flogvøllinum til Havnar, so bussurin av flogvøllinum sleppur fram. Landsverk hevr tó lagt eina við, at teir ikki vilja hava bilar at koyra frá streymoynni og vestur, tí talan er bara um ta eina sporið, sum verður grivið. Og vónandi halda fólk seg til hetta, sigur vakthavandi.