Góð níggju ár eftir, at ein tá 16 ára gomul genta doyði í Hvannasundi, hevur landsrætturin gjørt av, at ein 26 ára gamal maður skal fríkennast fyri dráp.
Tað upplýsir rætturin.
Tann 26 ára gamli maðurin var ákærdur fyri í 2012 at hava tveitt ella skumpað 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen á sjógv í Hvannasundi og latið hana ligið, so hon druknaði.
Tá var maðurin 17 ára gamal, og tey bæði høvdu verið par.
Avgerðin hjá landsrættinum er ein staðfesting av avgerðini hjá Føroya Rætti í juni í fjør. Tá fríkendi Føroya Rættur eisini mannin.
Nevningatingið í landsrættinum var tó ikki á einum máli um avgerðina. Fýra nevningar hildu, at hann skuldi dømast fyri dráp, men fimm nevningar og tríggir juridiskir dómarar vildu fríkenna. Tí verður maðurin fríkendur.
Verjin hjá manninum, Karina Skou, sigur, at tað eru nógv ár, ið klientur hennara hevur havt hetta málið hangandi yvir sær.
– Hann er sjálvandi ógvuliga fegin og lættur um, at tað endiliga er yvirstaðið, sigur hon.
Hon sigur, at landsrætturin millum annað hevur lagt dent á, at tað ikki eru funnin tekin á líkinum, sum bendu á eina brotsgerð.
Harumframt hevur rætturin sett til viks vitnisfrásagnir um, at tann 26 ára gamli skal hava sagt, at hann hevði dripið hana.
Upprunaliga hevði løgreglan slept málinum, men seinni gjørdi løgreglan av at reisa eina sak ímóti tí nú 26 ára gamla manninum.
Tað var í november í 2012, at Maria Fulglø Christiansen varð funnin druknað á sjónum í Hvannasundi.
Í fyrstu syftu var eingin mistanki um nakað illgrunasamt, og málið var tí slept.
Tann nú 26 ára gamli maðurin var nakað seinni dømdur í øðrum máli. Her var hann dømdur fleiri ár í fongsul fyri drápsroynd og harðskap framdur í juli í 2013.
Tað gjørdi, at løgreglan fór at kanna deyðan hjá gentuni sum eitt møguligt dráp.
Løgreglan gjørdi av, at gentan skuldi gravast upp til nýggjar kanningar, men heldur ikki hesaferð funnu tey tekin upp á nakað illgrunasamt í sambandi við deyða hennara. Tí steðgaði løgreglan kanningunum í mars í 2017.
Men avvarðandi hjá gentuni kærdu til Ríkisadvokatin, sum í desember sama ár gjørdi av, at kanningarnar skuldu takast uppaftur.
Í august í 2018 vendi løgreglan sær til almenningin og bað fólk, sum møguliga høvdu sæð ella hoyrt nakað í sambandi við málið, um at venda sær til løgregluna.
Í mai 2021 varð maðurin skuldsettur fyri dráp. Nú er hann so fríkendur fyri ákæruna bæði í Føroya Rætti og í landsrættinum.
/ritzau/