Frithleif Olsen hevur í dag tikið sæti á Tingi Frithleif Olsen tók í dag sæti í Løgtinginum fyri Alfred Olsen í Sambandsflokkinum, sum er farin í farloyvi.
Á seinasta løgtingsvali fekk Frithleif Olsen 366 persónligar atkvøður í Eysturoyar valdømi, og hann var nummar trý á sambandslistanum eftir Alfred Olsen og Edmund Joensen.
Frithleif Olsen hevur ikki havt sæti á Løgtingi fyrr.