Froskmenninir fáa útgerð og venjing

Eftir at tað herfyri í blaðnum kom fram, at fleiri av froskmonnunum hjá sløkkiliðnum í Havn ikki kendu seg tryggar við útgerðina hjá sløkkiliðnum og tí noktaðu at kava, hava froskmenninir og borgarstjórin fundast og funnið eina loysn á málinum.

Fleiri froskmenn hava boðað frá, at teir ikki kenna seg tryggar við tí froskmannaútgerð, sum Sløkkiliðið hevur í løtuni, og tá ið ein manntómur bilur herfyri fór á sjógv á Havnarvág, vóru tað fleiri av froskmonnunum, ið noktaðu at kava.
Ótryggleikin hjá froskmonnunum kom ógvuliga óvart á Heðin Mortensen, borgarstjóra, sum var burturstaddur um tað mundi, tá ið tað kom fram. Í viðtalu við blaðið segði Heðin Mortensen tá, at hann fór at hava fund við bæði sløkkiliðsmeistaran og froskmenninir, tá ið hann kom heim aftur til Føroya.

Froskmenninir eru fakfólk
Herfyri var so fundur á brandstøðini, og Heðin Mortensen sigur, at talan var um ein ógvuliga positivan fund, har partarnir fingu lagt nakrar rætningslinjur.
- Vit hava gjøgnumgingið tørvin, ið er á økinum, og nú eru tað froskmenninir sjálvir, ið dagsskránna við at gera greitt, hvat er neyðugt fyri at teir kenna seg tryggar við útgerðina. Sum eg havi skilt, so er verandi útgerð góð nokk, men tað manglar venjing, so at froskmenninir eru tryggir við útgerðina, og meiri útgerð skal eisini keypast, sigur Heðin Mortensen.
Sum skilst er ætlanin, at ein maður á brandstøðini burturav fær ábyrgd av at halda froskmannaútgerðina hjá sløkkiliðnum viðlíka, og hesin sami skal eisini leggja til rættis skipaðar venjingar, og talan verður helst um eini 8-10 regluligar venjingar árliga.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur biðið froskmenninar um eitt útkast, har teir lýsa allan tørvin sum heild, ið er neyðugur fyri at froskmannaliðið skal virka til fulnar.
- Teir skulu koma við einum útkasti um venjing, útgerð og annað, tí tað eru teir, sum eru fakfólk á økinum. Eg vænti mær eitt útspæl frá teimum í næstum, og so verður arbeitt víðari í málinum, sigur Heðin Mortensen.

Tímir ikki at bíða eftir landinum
Spurdur um avgerðina at optimera kavaratænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði er eitt tekin um, at Tórshavnar Kommuna nú tekur ábyrgd av kavaratilbúgvingini, sigur Heðin Mortensen, at tað er tað ikki.
- Hetta merkir, at Tórshavnar Kommuna ikki ætlar at sita hendur í favn og bíða eftir landsmyndugleikunum, meðan alt smildrast rundan um okkum, sigur borgarstjórin, sum saknar eitt útspæl frá landsmyndugleikunum um, hvat man ætlar sær á hesum økinum.
- Havnin vil fegin ganga á odda á hesum øki og møguliga taka ábyrgd, men tað krevur eisini, at pengar fylgja við frá landinum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at tað nyttar einki at sita hendur í favn og bíða, til ein stór vanlukka hendur, tí tá er tað ov seint at fara undir at gera nakað við kavaratilbúgvingina. Hann heldur tað hava alstóran týdning, at landsins myndugleikar í samráð við kommunurnar fáa skipað viðurskiftini á hesum øki.