FSF ætlar at verða vertur fyri altjóða kapping á graslíkinum í Gundadali

Fótbóltur: Mótstøðulondini í EM undankappingini fyri U-16 landslið hava tikið av innbjóðing um at spæla í Gundadali.

Gongur, sum Fótbóltssambandið ætlar, so verður ein altjóða fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár.

Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina var 18. desember, og Føroyar komu í bólk við Noregi, Finnlandi og Wales. Dagin eftir lutakastið heitti FSF á fótbóltssambondini í hesum trimum londunum um at taka undir við, at kappingin verður spæld á graslíkisvallunm í Gundadali, og bæði Noreg og Wales hava svarað, at tey vilja fegin koma til Føroya at svara. Finnland hevur ikki svarað.

Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir hildu tað vera upplagt, at føroyingar bjóðaðu seg fram sum vertir, tá tað var greitt, hvørji mótstøðulondini fóru at verða í hesari kappingini:

­ Tá vit í 1993 vóru vertir fyri NM kappingini fyri U-16 landslið luttóku øll hesi trý londini í kappingini. Tá var spælt á graslíkisvallunum í Gundadali, og tað vil siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til umstøðurnar í Havnini, bæði tá tað ræður um vallirnar og um umstøðurnar fyri uppihaldi og øðrum, sum er av týdningi í sambandi við eina sovorna kapping.

Fyrireikingarnar til NM kappingina í 1993 fingu avbera gott skoðsmál frá teimum, sum tóku lut. Alt gekk uppá stás, og tað er einki at ivast í, at tað hevur talt nógv, tá bæði norðmenn og walisar hava tikið undir við at koma til Føroya.


UEFA skal geva

grønt ljós

Europeiska fótbóltssamgongan avgjørdi í 1986, at allar altjóða kappingar skuldu ganga fyri seg á náttúrugrasi. Tað hevði m.a. við sær, at føroyingar noyddust at spæla fyrstu dystirnar í altjóða kapping í Landskrona í Noregi. FSF royndi tá at fáa undantaksloyvi, men UEFA var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí vórðu eingir dystir í Føroyum, fyrrenn grasvøllurin á Svangaskarði var klárur.

At NM kappingin fyri U-16 landslið í 1993 var í Føroyum hevði einki við UEFA at gera. Hetta var ein kapping, sum norðurlendsku fótbóltssambondini høvdu ábyrgdina av.

Tað er ikki avgjørt, um kappingin verður í Føroyum ella ikki, men tað kann ikki sigast annað, enn at Fótbóltssambandið hevur arbeitt sera hegnisliga í hesum málinum. Áðrenn teir settu seg í sambandi við UEFA syrgdu teir fyri at tvey av trimum mótstøðulondum góvu til kennar, at tey vilja koma til Føroyar at spæla á graslíki.

­ Nú hava vit kunnað UEFA um ætlanirnar hjá okkum, og hvat Noreg og Wales hava svarað. UEFA vísti okkum á, hvør almenna støðan hjá teimum er til undirlagið, sum altjóða kappingar skulu spælast á, og teir bóðu okkum senda eina umsókn um undantaksloyvi. Umsóknin skuldi stílast til stadionnevndina hjá UEFA, og hon er farin avstað, sigur Ísak Mikladal.


Týdningurin

Tað ber ikki til at hava eina sovorna kapping á Svangaskarði, tí talan er seks dystir, sum skulu fáast frá hondini eftir nøkrum fáum døgum, og tað hevði verið ov nógv at spælt á einum og sama grasvølli.

Men hví leggja tit so nógva orku í at verða vertir fyri slíkum kappingum, tá tað krevst undantaksloyvi?

­ Vit halda tað vera nátúrligt, at vit viðhvørt eru vertir, tá vit taka lut í kappingum og ferðast í øðrum londum fyri at spæla. Ítróttarliga halda vit, at tað hevur stóran týdning ­ fyri spælararnar, FSF og fótbóltshugaðu føroyingarnar ­ og tað hevur eisini nógv at siga fíggjarliga, sigur Ísak Mikladal, sum saman við nevndini í FSF bíðar í spenningi eftir, hvørja niðurstøðu UEFA fer at koma til:

­ Vit vita, at vit megna at standa fyri einum tiltaki av hesum slagnum. Tað hava royndirnar lært okkum. Men vit vera ikki vónsviknir, um vit ikki fáa vertsskapin. Vit hava víst ein góðan vilja, og tá mótstøðulondini hava víst áhuga fyri at koma henda vegin, so ber tað ikki til hjá UEFA at skjóta seg inn undir, at fótbóltssambondini í hesum londum ikki vilja víkja frá galdandi ásetingum. Um UEFA ikki vil geva okkum undantaksloyvi, so má onkur onnur undanførsla nýtast, enn tá teir noktaðu landsliðnum at spæla á Svangaskarði í 1991, men nú fáa vit at síggja.

U-18 landsliðið er komið í bólk saman við Estlandi, Noregi og Týskalandi. Týskararnir hava bjóðað seg fram sum vertir fyri kappingini, og tað hava teir í Estlandi tikið undir við. FSF hevur einki ímóti, at kappingin verður í Týskalandi, og tí bendir alt á, at hon verður har.

Bæði EM undankappingin hjá U-18 og hon hjá U-16 landsliðunum skulu avgreiðast í oktober mánaði.