Stórdystur verður leiktur í Champions League klokkan 17.45 í dag.
Í bólki A taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin í Max Schmelling høllini móti Aalborg.
Sostatt er talan um ein dyst millum meistaraliðini í Týsklandi og Danmark.
Dysturin sæst á DR2, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum.