Füchse Berlin heldur fast í øðrum plássinum

Hannover-Burgdorf tapti á heimavølli

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava júst leikt dystin á heimavølli í týsku bundesliguni móti Rhein Neckar Löwen.

 

Dysturin í Max Schmelling høllini endaði við 35-28 sigri til Füchse Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-11.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.

 

Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 38 stigum. Magdeburg er fremst við 42 stigum. 

 

Fyrr í dag tapti liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf á heimavølli 22-28 (11-15) fyri Göppingen. 

 

Hannover er nummar níggju í deildini við 22 stigum.

 

Ígjár tapti THW Kiel á heimavølli uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 26-34 (15-14) fyri Gummersbach. 

 

Kiel er á fimta plássinum við 34 stigum.