Fulham og Cardiff vinna

Dystirnir í Premier League í dag góvu nøkur sera áhugaverd úrslit, tí bæði Fulham og Cardiff vunnu.

Dystirnir í Premier League í dag góvu nøkur sera áhugaverd úrslit, tí bæði Fulham og Cardiff vunnu.

 

Tað er lagt upp til ein sera spennandi enda á Premier League í ár.

 

Dystirnir í dag góvu nøkur sera áhugaverd úrslit, tí bæði Cardiff og Fulham vunnu, og tað skapar nýggjan spenning í Premier League.

 

Fulham vann 1-0 á heimavølli móti Norwich, meðan Cardiff heldur óvæntað vann 1-0 á útivøli móti Southampton.

 

Tað merkir skaptan spenning í botninum av Premier League, har tey bæði liðini hava verið dømd til niðurflyting, men nú kunnu hóma bjarging.

 

Annars søkti Everton við einum sigri í dag móti Sunderland sær eitt stig nærri fjórða plássi, sum kann geva atgongd til Champions League komandi kappingarár.

 

Úrslitini í dag:

Crystal Place-Aston Villa 1-0

1-0: Jason Puncheon

 

Fulham-Norwich City

1-0: Hugo Rodellaega

 

Southampton-Cardiff 0-1

0-1: Cala

 

Stoke-Newcastler 1-0

1-0: Erik Pieters

 

Sunderland-Everton 0-1

0-1: Wes Brown (sm)

 

West Bromwich Albions-Tottenham 3-3

1-0 Matej Vydra

2-0 Chris Brunt

3-0 Stephane Sessegnon

3-1 Jonas Olsson (sm)

3-2 Harry Kane

3-3 Christian Eriksen