Funnið báðar teir svørtu kassarnar

Indiskir serfrøðingar hava nú funnið báðar teir svørtu kassarnar úr flogfarinum, sum fór út av lendingarbreytini í suðurindiska býnum Mangalore hvítusunnuaftan. Í gjár funnu menn tann svarta kassan, sum tekur upp samskiftið hjá flogskiparanu8m, og nú hava teir eisini funnið hin kassan, sum kann geva upplýsingar um ta teknisku útgerðina í flogfarinum.

Serfrøðingar siga, at í hesum føri er serliga tann seinni kassin áhugaverdur, tí hann kann væntandi siga, hví flogskiparin valdi at koyra flogfarið út av breytini.

166 fólk vóru í indiska flogfarinum, sum var á veg úr Dubai til Mangalore. Bara átta sluppu livandi frá vanlukkuni.