Tíðindafólk hjá bretska kringvarpinum BBC hava funnið meiri enn 200 lík inni á Abu Salim-sjúkrahúsinum í libyska høvuðsstaðnum Tripoli. Tíðindafólkini hava greitt frá, at talan er um menn, kvinnur og børn. Hvørki læknar ella sjúkrarøktarfrøðingar vóru at síggja, tí tey vóru flýdd undan bardøgunum millum uppreistrarmenn og hermenn hjá Muammar Gaddafi.
Summar keldur vilja vera við, at hermenn hjá Gaddafi myrdu sjúklingarnar á Abu Salim-sjúkrahúsinum, men hetta er ikki váttað. Fólk á staðnum hava greitt frá, at fleiri av teimum, sum eru funnin deyð á sjúkrahúsinum, vóru á lívi, tá tey fóru inn hagar.
Wyre Davies, sum er tíðindamaður hjá BBC, og sum var millum teirra, ið funnu líkini, sigur, at hetta er tað ringasta og mest ræðandi, sum honum hevur verið fyri nakrantíð.