Funnu nøkur tons av kjarnufysiskum tilfari í Sýria

- Serfrøðingar úr Sýria og IAEA fara at samstarva um at goyma kjarnufysiska tilfarið á ein tryggan hátt, sigur leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin

Eftirlitisfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum (IAEA) hava funnið nøkur tons av kjarnufysiskum tilfari á einari støð í Sýria, sum hoyrdi til fyrrverandi Assad-stjórnina.

 

Leiðarin í IAEA, Rafael Grossi, rósar sýrisku myndugleikunum fyri at hava boðað frá um higartil ókendu støðina, og hann sigur, at tilfarið, sum er funnið, verður eitt evnið um altjóða trygdartiltøk.

 

- Vit tosa um nøkur fá tons av kjarnufysiskum tilfari, sum kann misbrúkast, sigur Rafael Grossi.

 

Sambært sýriska uttanríkisráðharranum, Asaad al-Shaibani, søgdu sýrisku myndugleikarnir IAEA frá um støðina miðskeiðis í juli, og Shaibani kallar støðina "... ein partur av arvinum" eftir fyrrverandi stjórn landsins.

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at tilfarið verður varðveitt í Sýria, men verður undir eftirliti av altjóða kjarnorkustovninum.

 

- Serfrøðingar úr Sýria og IAEA fara at samstarva um at goyma kjarnufysiska tilfarið á ein tryggan hátt, sigur leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin, Rafael Grossi.