Seinastu vikurnar hava starvsfólkini hjá Bakkafrost ruddað ymsastaðni í Føroyum. Fríggjadagin 5. juni vóru starvsfólkini á smoltstøðini á Norðtoftum og ruddaðu í nærumhvørvinum, og við pirin funnu tey ein føroyskan fløskupost.
Hetta fortelur Bakkafrost í dag um.
Fløskuposturin varð kastaður út frá trolaranum Brestir tann 10. juni 2013, og varð altso funnin sjey ár seinni á Norðtoftum.
– Í fløskupostinum, sum meistararnir umborð á Bresti høvdu sent, stóð at lesa, at teir fiskaðu á Dormbankanum við Eysturgrønland, men fiskaríið var einki serligt. Harafturat høvdu teir koyrt ymiskar tíðindastubbar í fløskupostin, ið lýsa, hvat var frammi um hetta mundið, tá teir sendu hann, fortelur Bakkafrost.
Niðanfyri sæst mynd av fløskupostinum:
##med2##
Bakkafrost hevur tosað við Gudmund Hansen, ið var annar av maskinmonnunum, ið sendu fløskupostin.
– Eg hevði frætt, at onkur frá Bakkafrost hevði funnið fløskupostin á Norðtoftum; tað er bara stuttligt. Tað er jú sjey ár síðani, at eg sendi hann. Eg fekk hugskotið, at tað kundi verið stuttligt at sent ein fløskupost, og so løgdu vit nakrar tíðindastubbar í eisini. Eg havi sent ein annan fyri nøkrum árum síðani, men eg veit ikki, um hann er funnin. Eg havi í hvussu er einki frætt, fortelur Gudmund Hansen.
Her lesa starvsfólk hjá Bakkafrost brævið í floskupostinum:
##med3##
Ruddingarátakið er eitt árligt átak, ið er partur av samlaðu ætlanini hjá Bakkafrost fyri burðardygt virksemi.
– Seinastu árini hava starvsfólk hjá Bakkafrost sett nakrar vikur í juni av til rudding, og eitt av fremstu virðunum hjá fyritøkuni er at ansa væl eftir umhvørvinum á teimum plássum, har felagið hevur sítt virksemið, sigur Bakkafrost.
113 starvsfólk hjá Bakkafrost hava luttikið í ruddingini í ár, og tey hava nýtt knappar 500 tímar tilsamans. Tey ruddaðu á 18 ymiskum støðum kring landið, og úrtøkan var umleið 30 tons av ruski.