Nú eru nøvnini til ársins FUTT festival almannakunngjørd, og við fleiri av teimum bestu innan føroyskan tónleika bjóðar Ólavsøkan til sín egna miðbýarfestival Nú hava fyrireikararnir av høvuðsstaðarfestivalinum FUTT í Býin almannakunngjørt teirra skrá, og sigast má, at fleiri av teimum bestu innan føroyskan tónleik verða at hoyra og síggja á Ólavsøku.
Talan er nevniliga um Frændur, Páll Finnur Páll, SIC, Guðrið Hansdóttir, MC-Hár, Terja Rasmussen, Jens Marna Hansen, Faroe5 og Hanus G. Johansen.
Seinnu árini hevur festivalurin hildið til í miðbýnum í Havn, heldur enn í Kommunuskúlagarðinum, og soleiðis verður aftur í ár.
Á parkeringsøkinum við Hotel Tórshavn verður stórur pallur settur upp, og saman við Reinsarínum bjóðar FUTT har til tey bestu innan føroyskan tónleik.
Festivalurin verður mánakvøldið 27. Juli, og nærri skrá verður almannakunngjørd seinni.